Tíðindir

Nýtt

Vit leita eftir nýggjum skrivstovufólkið :)

Starvslýsing.

Søkt verður eftir skrivstovufólkið at arbeiða 15-20 tímar um vikuna.
FYSIOklinikk er ein fysioterapi klinikk í Klaksvík, sum byrjaði í 2017 og hevur verið í rívandi útvikling. Í løtuni eru vit 5 fólk í okkara toymi. Vit eru 3 fysioterapeutar, ein psykomotoriskur terapeutur og eitt skrivstovufólk. Vit leita eftir einum nýggjum skrivstovufólki av tí at okkara skrivstovukvinna festir bústað á flatlondum.
Arbeiðsuppgávurnar fevna um:

– Tvídeilt arbeiði ímillum FYSIOklinikk og ÍÐKA
– Sita í móttøkuni í FYSIOklinikk og ÍÐKA
– Svara telefonunum
– Bóka og umbóka kundar
– Alt fyrifallandi skrivstovuarbeiði
– Bókhald og lønir
– Samskiftið við kundar á facebook og e-post

Tú kemur eisini at hava nógv samskiftið við instruktørar og onnur starvsfólk í FYSIOklinikk og ÍÐKA, við planlegging av tímum. Arbeiði kemur at fevna breitt og tískil er tað týdningarmikið, at tú kanst hava nógvar bóltar í luftini.
Tú kemur at vera fyrsta andlitið fólk møta í FYSIOklinikk og ÍÐKA. Tískil vænta vit, at tú ert fyrikomandi og hevur kundatænastu sum fremsta atlit. Vit vænta eisini, at tú dugir at bera teg fram í málburði og hevur góðar skrivligar førleikar, av tí at nógv samskiftið er yvir socialar miðlar og e-post. Vit vænta, at tú hevur rímuliga góðar telduførleikar.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan skrivstovuarbeiðið og/ella hevur eina heilsufagliga útbúgving.
Arbeiðið kemur í fyrsta umfari at vera tíðaravmarkað til 15-20 tímar um vikuna, mánadag til fríggjadag kl. 7:45-11:45.
Starvið verður sett 14/11-2019, soleiðis at vit hava eina skiftistíð, har verðandi skrivstovukvinna kann hjálpa tær í gongd við virksemið og hjálpa tær við at koma inn í eina dagliga rutinu.

Um tú metir hetta starvið vera spennandi og nakað fyri teg, ert tú vælkomin at skriva eina umsókn og senda hana til okkara á teldupost bardur@fysioklinikk.fo – viðmerkt “Skrivstovufólk”.
Løn eftir nærri avtalu.

Umsøknarfreistin er 7. november kl. 9.00 og setanarsamrøður vera í somu viku.

Vinarliga Bárður og Jóhan
FYSIOklinikk

Nýtt

Signa Drenkstein Østerø

Aftur spennandi tíðindir frá FYSIOklinikk!

Signa Drenkstein Østerø, psykomotoriskur terapeutur, er byrja í okkara toymi her í FYSIOklinikk.

Signa kemur primært at taka sær av kundum við strongd, angist og tunglyndið við eyðkennum so sum:

– hjartabankan

– høvuðpína

– sveittatúrar

– innara órógv

– økta kroniska pínu

– svøvn trupulleikar

– niðursettan hug til sex

Signa kemur at arbeiða parttíð og verður at hitta týsdagar. Ring ella skriva til okkum her á síðuni og hoyr nærri.

Nýtt

Rannvá Gray Jørgensen

Rannvá G. Jørgensen prof.bach í fysioterapi

 

Eg eri útbúgvin fysioterapeutur í 2017 á Ucsyd College í Esbjerg. Eftir loknan lesna vendi eg nøsini beint heim til Føroyar og byrjaði at arbeiða á Landssjúkrahúsinum. Tað fyrsta hálv árið arbeiddi eg hálva tíð á somatisku deild og hálva tíð í pyskiatrisku fysioterapini.

Seinasta hálva árið havi eg arbeitt á medisinsku deild, við barnakonum og innan tað gynækologiska øki.

Tá ið eg var í míni síðstu starvsvenjing, fekk eg áhugað í at arbeiða innan tað gynækologiska/obstetrik øki, og valdi at byrja at taka skeiðir innan hetta í august 2017. Útbúgvingin fevnir yvir 4 modulir. Í marts 2018, verið eg væntandi liðug við Modul 2 og verið væntandi liðug við alla útbúgvingina til jólar 2019.

 

Við hesari útbúgvingini, kann eg  bjóða sum fysioterapeutur, at hjálpa við trupulleikum sum;

 

  • Inkontinens (land/skarn)
  • Veikum kokubotni
  • Kvinnum, ið hava fingið ruptur eftir føðing
  • Kvinnum, ið hava pínu í viðgongutíðini
  • Menn, ið hava trupulleikar við at halda uppá land/skarn
  • Kvinnur, ið hava prolaps

 

Eisini havi eg tikið skeið innan “Bækken dysfunktioner” og “Klar efter kejsersnit”.

Nýtt

Tordis Langgaard Olsen

Tordis Langgaard Olsen
Eg havi tikið massagu skeið í 2016 á ítróttarháskúla niðri. Síðan havi eg massera heima hjá mær sjálvum. Afturat hesum arbeidinum arbeidi eg á einum heimið við børnum við serligum tørvi. Í frítíðini arbeiði eg eisini í Íðka har eg undirvísi í spinning og einari trening sum eitur Crossgym7.

Skeiðir : Massage kursus, fitnessinstruktør, Spinninginstruktør og Crossgym instruktør

Annað : Eg havi altíð haft áhuga fyri ítrótti. Havi spælt fótbólt í 12 ár og gjørt fimleik í 9 ár. Síðani 2016, havi eg bara verið aktiv innan fitnesstrening.

Nýtt

Bjartur B. Thomsen

Bjartur B. Thomsen prof.bach. í fysioterapi, cand.scient. í ítrótti og heilsu, Cert.MDT

Eg eri útbúgvin fysioterapeut á PH Metropol í Keypmannahavn í 2014 og kandidat í ítrótti og heilsu á Syddansk Universiteti 2017.

Eftir loknan lestur havi eg arbeiði sum fysioterapeutur hjá Havnar fysioterapi síðani 2014 og hjá Vága fysioterapi síðani 2016. Arbeiðisøkið hjá mær hevur verið innan kanning og viðgerð av lið og vødda trupuleikum, umframt endurvenjingum eftir skurðviðgerðir. Eg havi eisini staðið fyri kommunualari venjing av eldri borgarum og verið tilknýttur fysioterapeutur í EFFO-deildin og hjá ungdóms landsliðum.

Umframt arbeiðið sum kliniskur fysioterapeutur, siti eg í nevndini hjá Fysioterapifelagnum, og sum fysioterapeutiskt umboð í Nordisk Parkinsons råd (NRK). Eg arbeiði eisini við at byrja eina heilsu granskingar verkætlan.

Eftirútbúgvingar:
Grundútbúgving í Mechanical Diagnosis and Therapy (McKenzie Klassifikatiónssysteminum), staði royndina í 2016.

Grundútbúgving í Mobilisation with movement (Mulligan konseptið), ætlað roynd í vetur 2017.

Diplom í Fótbóltsmedisin ígjøgnum FIFA, seinasta roynd er ætlað í 2017.

Skeiðir:
Fyri meg hevur tað stóran týdning at fylgja við tí nýggjasta, ið gongur fyri seg innan gransking og nýggjari kliniskari vitan. Við hesum endamáli havi eg seinastu árini verið til yvir 30 skeiðir og ráðstevnur innan økini:

⁃ Ítróttafysioterapi
⁃ Vødda- og beinagrinds fysioterapi
⁃ Venjing
⁃ Handaviðgerð
⁃ Fólkaheilsa

Annað:
Sjálvur havi eg royndir frá ymsum ítrótti, so sum fótbólt, hondbólt, fimleiki og rógving. Tó er mín stóri áhugið innan ítrótt stríðsítróttur serliga Jiu jitsu og styrkivenjig, har eg eri útbúgvin kettlebell og styrki venjari.

Nýtt

Jóhan Esmarsson Heimustovu

Jóhan E. Heimustovu prof.bach. í fysioterapi, cand.scient. í ítrótti og heilsu

Eg eiti Jóhan Esmarsson Heimustovu. Eg eri útbúgvin fysioterapeut á PH Metropol í Keypmannahavn og kandidat í ítrótti og heilsu á Syddansk Universiteti.

Eftir loknan fysioterapi lesna fekk eg bjóða starv sum undirvísari á PH Metropol. Eg undirvísti fysioterapeutum í anatomi, fysioterapi, venjing- og rørsluanalysu, vísindaástøði og annað. Har var eg í 2 ár og undirvísti, meðan eg las til kandidat.

Umframt arbeiðið sum fysioterapeut og undirvísari, so havi eg útviklað eitt app til iPhone og iPad, ið kallast Anatomikort. Fleiri enn 3280 ferðir er appin keypt. Hon er ætlað til lesandi, sum skulu læra menniskjans rørsluanatomi.

Skeiðir:

Dansk Selskab for Ultralydsscanning i Fysioterapi – Basisuddannelsen UE

Mobilisation with movement A og B

McKenzie Part A – Lumbal Columna

McKenzie Part B – Cervical Columna

Kinesio Taping

Annað:
Eg havi altíð gjørt ítrótt, so sum fótbólt, flogbólt, hondbólt, svimjing og fimleik. Tó havi eg mest verið aktivur í fimleiki, har eg eisini havi verið venjari. Í 2007 var eg á Gymnastikhøjskolen Ollerup í 1 ár, har eg eisini tók mær eina venjaraútbúgving innan fimleik.
Síðani arbeiddi eg í einum fitness sentri í 3 ár, har eg seinasta árið var dagligur leiðari.

Nýtt

Bárður Jacobsen

Bárður Jacobsen prof.bach. í fysioterapi

Eg eri útbúgvin fysioterapeutur í 2015 á PH Metropol í Keypmannahavn. Eftir loknan lestur byrjaði eg at arbeiða á Hvidovre Hospital, har eg havi í høvuðsheitum arbeitt á medisinskum/gastrologiskum deildum. Tað síðsta árið havi eg verið tilknýttur akutdeildina og semiintensivu-gastrologisku deildina, har eg eisini havi arbeitt saman við geriatriska toyminum á Hvidovre Hospitali.
Eg havi eisini staðið fyri endurvenjingum eftir hjartaskurðviðgerðir. Hetta umfatar sjúklingar, ið hava fingið ballónviðgerð, hjartaklapp- og bypassskurðviðgerðir, og harumframt sjúklingar við varandi niðursettari pumpufunktión.
Harafturat havi eg tey síðstu 2 árini havt kvøldskúlavenjingar í heitum hyli við borgarum, sum hava varandi pínu vegna liðagikt.

Skeiðir:

Mobilisation with movement A og B

Sports Rehabilitation and MWM in Sports

Mulligan Concept Assessment and Functional Treatment of the SIJ and Pubic Symphysis

McKenzie Part A – Lumbal Columna

Venjing sum viðgerð hjá hjartasjúklingum

Kinesio Taping

Annað:
Eg havi altíð havt áhuga í ítrótti og havi íðkað ítrótt, síðani eg var 10 ára gamal. Mín høvuðsítróttargrein var svimjing, men eg havi eisini spælt fótbólt, hondbólt og róð.
Ítróttarleiðin leiddi meg til venjararstarv í Leirvík hjá svimjifelagnum Reka. Síðani fór eg á ítróttarháskúla í Danmark, har eg tók eina diplomvenjaraútbúgving í svimjing. Í sambandi við útbúgvingina var eg venjari hjá SMUT í Terndrup.

Nýtt

Vælkomin til FysioKlinikk

Rørsla er sera grunnleggjandi fyri okkum menniskju í viðgongd og mótgongd. Við rørslu hava vit skaffað okkum føði, og er tað orsøkin til, at vit menniskju hava útviklað okkum til tað, vit eru í dag. Rørsla hevur verið okkara amboð til at loysa uppgávur, og hóast rørsla og rørslukrøvini eru broytt nógv seinastu tíðina, so er rørsla enn ein týdningarmikil partur av lívinum hjá okkum menniskjum.

Rørsla skal tó ikki bara síggjast sum eitt amboð til at loysa uppgávur. Rørsla ávirkar eisini okkum menniskju á einum samfelagsligum og sálarligum støði. Millum annað, at rennarin ikki megnar at renna í kappingini ella at tey, ið eru darvaði av pínu, sjúku ella øðrum, ikki megna at gera sítt dagliga virki.

Rørsla setur tískil krøv til likamið, og er hetta meginøkið hjá fysioterapeutinum.

Vit í FysioKlinikk vilja fegin hjálpa tær.

Vit hava skaffað okkum vitan, hølir og amboð fyri at hjálpa tær á best møguligan hátt.
Vit bjóða millum annað skaðafyribyrging, endurvenjing og ráðgeving.
Á tann hátt kunnu vit stimbra og betra um rørsluna hjá tí einstaka, og harvið betur kunna hjálpa rennaranum at gjøgnumføra kappingina og tí darvaða at megna sítt dagliga virki.

Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.