VIT BJÓÐA

Fysioterapeutisk viðtala

Hevur tú fingið ein skaða í samband við arbeiði, ítrótt ella á annan hátt, kann tað vera umráðandi at venda tær til ein fysioterapeut. Uttan mun til trupulleikan, er tað umráðandi at koma skjótt í gongd við viðgerðina, soleiðis at tú skjótari verður klárur aftur til títt virki.

Við fyrstu viðgerð taka vit okkum tíð til at lurta eftir tínum trupulleika, og hvørja ávirkan hetta hevur á teg. Síðani kanna vit teg gjølla og leggja eina ætlan saman við tær, fyri hvussu vit á bestan hátt kunnu viðgerða teg.

Bílegg tína fyrstu viðgerð her !

 

Okkara hold

Trýst á myndirnar fyri meira kunning.

Renni analysa

Hjá okkum er gjørligt at fáa eina renni analysu. Vit hyggja eftir, hvørjum skaðum tú ert í vanda fyri at fáa, ella hví tú hevur fingið áleikandi skaða. 

Eins og ein fysioterapeutur kannar arbeiðsstøðuna hjá einum, ið hevur fingið skaða á sínum arbeiðsplássi ella annað, soleiðis kann ein rennianalysa vísa á, hvussu ein kann fyribyrgja skaðar ella endurvenja ein áleikandi skaða. 

Bílegg tína fyrstu viðgerð her!

Fysioterapeutisk ultraljóðskanning

Hjá okkum er gjørligt at fáa eina ultraljóðskanning fyri at vísa á, hvar skaðin situr og víddina av skaðanum. 

Fyri meira kunning, set teg í samband við okkum. 

Bílegg tína fyrstu viðgerð her!