
Hjarta hold
Hetta holdið er ætlað tær, ið er hjartasjúkur ella hevur fingið viðgerð fyri hjarta.
Hevur tú m.a fingið eina bypass-skurðviðgerð, eina ballón-viðgerð ella annað, so kanst tú við ávísing frá læknanum koma á hetta holdið.
Venjingin er ætlað tykkum hjartasjúklingum og kemur at taka støði í, hvat tú hevur brúk fyri, fyri at klára teg í dagligdegnum.
Á skeiðinum koma vit at hava undirvísing um venjing, sjúku og kost.
Áðrenn holdbyrjan skalt tú til eina fysioterapi viðtalu hjá einum av okkum fysioterapeutum á klinikkini – bílegg tíð til fyrstu viðgerð her!