Skip to content
FysioKlinikk
  • HEIM
  • VIT ERU
  • VIT BJÓÐA
  • PRÍSIR
  • Bílegg tíð
  • Tíðindir
Site Search

Slitgikt hold – knø og mjadnar

  • March 18, 2017September 27, 2020
  • by admin

 

Vit á FYSIOklinikk fara í næstum at bjóða eina venjingarætlan til tín, sum stríðist við pínu í knøum og mjadnum vegna slitgikt (artrosu). 
Royndir á Syddansk Universiteti hava síðstu árini víst, at við miðvísari venjing, ber til at økja um dagliga virkni og minka um dagligu pínuna, ið stendst av artrosu. Tí hevur man í Region Syddanmark gjørt av, at øll tey sum eru ávíst til eina knæskurðviðgerð skulu ígjøgnum eitt venjingarskeið fyrst og síðani kann man gera av um tað enn er brúk fyri einari skurðviðgerð.
Endamálið við venjingini er at styrkja musklarnar rundanum knæið og mjødnina, soleiðis at trýsti á knæið/mjødnina verður meira javnt.
Venjingin kemur soleðis at innibera súkkling á kondisúkklu og síðani nógvar balansuvenjingar, styrkivenjingar, elastikvenjingar o.a.

Prísir

Áðrenn holdbyrjan skalt tú til eina fysioterapi viðtalu hjá einum av okkum fysioterapeutum á klinikkini – bílegg tíð til fyrstu viðgerð her!

Hjarta hold
FysioKlinikk, Bøgøta 38, 700 Klaksvík. +298 472000, fysioklinikk@fysioklinikk.fo
Theme by Colorlib Powered by WordPress