Maskinurnar eru allar av merkinum Technogym, ið vera bólkaðar sum “hige end” fitness útgerð til almen fitness centur. Maskinurnar eru sera góðar, bæði tí tær eru lættar at brúka og tí man far eina góða grundvenjing.
Okkara frívektir eru av merkinum Eleiko, ið er eitt svenskt merki og verður mett at vera eitt av heimsins bestu, tá ið tað kemur til vektlyfting. Vit hava nógvar royndir og eru altíð klárir at hjálpa við vegleiðing til venjingar og teknik.
Vit hava eitt økið til funktionellar venjingar. Av útgerð er td. slam ball, medicin ball, Eleiko sleta, jump box, kettlebells osv. Her er tað mest hugflogið, ið setur markið. Hetta økið kann eisini nýtast til liðvenjingar.
-
OKKARA LIMAPRÍSIR
Hjá okkum í FYSIOGYM, royna vit at geva liminum fyrimunin. Vit hava onga binding á haldinum, bert 1 mðn uppsagnarfreist.
Vit hava aðrar prísir fyri lesandi, pensionistar og virkis avtalur.289kr / mðn
SUM LIMUR
PERSÓNLIGAN LYKIL
Tú hevur atgongd til FYSIOGYM hvønn dag frá kl. 05:00 – 22:00. Lykilin er persónligur og einans til tín at brúka sum limur.
(Lyklaskipanin er ikki liðugt sett upp enn)
FRÍA ATGONGD TIL OKKARA TILTØK
FYSIOGYM fer at royna at skipa fyri ymiskum liðvenjingum og undirvísingar tiltøkum. Tað kann eitt nú vera sirkulvenjingar, pensionistavenjingar, undirvísing í styrkivenjingum osv. Hettar verður frítt fyri limir.
Eisini verður skipað fyri skeiðum, ið limir fáa bíligari.
APP
Til ber at halda skil á sínum haldi á appini. Millum annað verður møguligt at móttaka tilboð og upplýsingar um hvørji tiltøk vera, soleiðist tú kanst tilmelda teg ígjøgnum appina. Eisini er møguleiki fyri at tekna hald og steðga haldinum. (Appin er ávegis).